
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú melur ein mylla aftur í Neshaga

Tær fýra vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga hava staðið stillar síðani illveðrið í februar, men nú er ein av myllunum farin at mala aftur.
Hon hevur verið til umvælingar í Bretlandi.
Heri Mortensen er deildarstjóri í SEV.
Vindmyllurnar í Neshaga eru illa egnaðar til føroyska veðurlagið, ásannar Heri Mortensen, deildarstjóri í SEV.
Tað hevur kostað fimm milliónir krónur at umvæla mylluna, sum nú melur aftur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
SEV hevur í løtuni 25 vindmyllur frá fyritøkuni Enercon, men Heri Mortensen sigur, at tað í løtuni er ivasamt, um SEV fer at keypa fleiri vindmyllur frá Enercon.
Sí innslag í Degi og Viku 20. mars um vindmyllur í Neshaga
