Trýstið á børn og ung skal minka

Trýstið á børn og ung skal minka
Ábendingar eru um, at økt trýst á børn og ung elvir til skaðar og fráfall ítrótti, og tí skal føroyskur ítróttur ansa eftir ikki at økja um hetta trýstið, sigur ÍSF
Trýstið á børn og ung er ov stórt, og tað elvir til bæði skaðar og fráfall í ítrótti, sigur ÍSF
Mynd: ÍSF  
 
09.05.2023 - 11:52

Okkurt bendir á, at økt trýst á børn og ung elvir til skaðar og fráfall í ítrótti. Tí skal føroyskur ítróttur ansa eftir ikki at økja um hetta trýstið, men heldur bjóða eitt frírúm og ein felagsskap.

Tað er høvuðsniðurstøðan frá ítróttatinginum hjá Ítróttasambandi Føroya fyri kortum, sum snúði seg um skaðar, trýst og fráfall millum børn og ung, sum íðka ítrótt.


Eru undir trýsti bæði sálarliga og kroppsliga

Lars Erik Espedalen, ið granskar í barna- og ungdómsítrótti í Noregi, vísti á altjóða rák, har stórur dentur verður lagdur á, at børn og ung skulu gerast betur tíðliga og fylgja eini langtíðarmenning. Hann ávaraði ímóti hesi gongd, sum hann heldur kemur frá altjóða ítróttasambondunum.

Framtíðaravrik og langtíðarmál kunnu geva børnum eina kenslu av, at val og frával á ungum árum eru endalig, vístu Annika Helgadóttir og Monika Mohr, sum hava gjørt eina kvalitativa kanning fyri Fólkaheilsustýrið um sálarliga heilsuna hjá ungum, á. Ung í Føroyum uppliva, at høgar vónir verða settar til teirra, og at hetta skapar eitt økt trýst, helst eisini í ítróttalívinum.

Samlaða trýstið kann føra til mentala og kropsliga ovbyrðan ella fráfall. At liva upp til høgar væntanir krevur meira venjing, sum ofta ikki er nóg fjølbroytt. Kroppurin fær ikki ta hvíld, sum er neyðug, og so koma skaðarnir.

Føroyskir fysioterapeutar síggja, at eitt vaksandi tal og yngri og yngri børnum og ungum venda sær til teirra við skaðum, sum oftast eru úrslit av ov nógvari eintáttaðari venjing. Við rættari og meira fjølbroyttari venjing kunnu minst helvtin av slíkum skaðum fyribyrgjast, greiddu Bjarti Thomsen og Jóhan Esmarsson Heimustovu frá.


 




 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109