Áki gull og bronsu til norðurlandameistaraheitini í boccia

Áki gull og bronsu til norðurlandameistaraheitini í boccia
Áki Joensen vann eina gull og eina bronsu, tá kappast varð um norðurlandameistaraheitini í boccia um vikuskiftið. Tilsamans fýra føroyingar vóru við í kappingini
Áki Joensen vann bæði gull og bronsu til NM í boccia
Mynd: Parasport Føroyar  
 
08.05.2023 - 13:43

Áki Joensen vann eina gull og eina bronsu, tá NM í boccia var í Danmark um vikuskiftið, skrivar Parasport Føroyar.

Føroyingurin, sum kappaðist í flokki 1, sum er fyri fólk ið sita í koyristóli og spæla við rampu, vann blandaðu liðkappingina saman við einum íslendingi og einum dana. 

Áki Joensen var eisini við í einstaklingakappingini, har hann endaði á triðja plássi eftir spennandi bronsudyst ímóti Taniju úr Danmark.

Meiken Salberg Olsen, Unn Mortensen og Mirjam Hansen kappaðust sum lið og einstaklingar í flokki 4, sum er flokkur fyri fólk við minni virkistarni.

Tær taptu allar sínar dystir, men megnaðu at geva finnum mótstøðu, og vóru eisini frammanfyri miðskeiðis í dystinum. Í einstaklingakappingini gekk heldur fragari, spælið var munandi betri, men føroysku kvinnurnar taptu allar sínar dystir.

Stevnan var hildin í Vejen Sportcenter, sum er framúr vælegnað til slík tiltøk, skrivar Parasport Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109