EM-bragdið kann birta upp undir IOC-limaskap

EM-bragdið kann birta upp undir IOC-limaskap
Higartil hevur verið trupult hjá Føroyum at vinna fullan limaskap í altjóða olympisku nevndini, men EM-bragdið hjá hondbóltslandsliðnum kann nýtast sum grundgeving, sigur ÍSF
Aðalfundurin hjá Ítróttasambandi Føroya var um vikuskiftið
Mynd: ÍSF  
 
02.05.2023 - 14:39

Ein av stóru uppgávunum hjá Ítróttasambandið Føroya er at vinna fullan limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC.

Tað hevur verið trupult higartil, men stóra EM-bragdið hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, sum skal til endaspælið í Týsklandi í januar, kann nýtast sum grundgeving, sigur ÍSF-forsetin eftir aðalfundin, sum var um vikuskiftið.

 - Tá altjóða hondbóltssambandið góðtekur Føroyar sum sjálvstøðugt limaland, hví kunnu onnur altjóða sambond so ikki góðtaka okkara íðkarar, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

Seinastu árið hava triathlon, súkkling og styrkiítrótt fingið altjóða limaskap, men nógv føroysk ítróttafólk verða framvegis noydd at umboða Danmark í altjóða kappingum.


Tað kostar at vera góður

ÍSF-forsetin fegnast um signalini, sum eru komin frá myndugleikunum. Føroyskur ítróttur hevur fingið størri játtan, og í samgonguskjalinum staðfestir politiska skipanin, at føroyskur ítróttur, bæði breidd og úrval, skulu hava góðar umstøður.

 - Har stendur eisini, at rakstrarstuðulin til ÍSF skal styrkjast - og fíggjarligur stuðul skal veitast fyri at føroysk ítróttafólk skulu kunna luttaka uttanlands. Samskiftið við politisku skipanina hevur verið sera jaligt, og vit hava góðar vónir um eitt gott samstarv frameftir – eisini nú fleiri ítróttagreinar standa seg væl altjóða, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109