Gull og silvur til donsku amatørmeistaraheitini

Gull og silvur til donsku amatørmeistaraheitini
David Kunoy vann gull, meðan Teitur Annand fekk silvurið, tá teir báðir úr Tórshavn Boksing kappaðust um donsku amatørmeistaraheitini um vikuskiftið
David Kunoy (t.v.) vann um vikuskiftið danska meistaraheitið fyri byrjarar
Mynd: Tórshavn Boksing  
 
01.05.2023 - 20:46

David Kunoy boksaði seg um vikuskiftið til danska amatørmeistaraheitið í sínum vekflokki.

Í finaluni í weltervekt vann hann á Khalid Mukhtar úr Kalundborg, longu í fyrsta umgangi við hørðum slagi í livrina, skrivar Portal.fo.

Í hálvfinaluni fríggjakvøldið vann David Kunoy á einum boksara frá Team Bredahl.


Annand ov stuttur

Teitur Annand boksaði seg eisini í finalu í sínum vektflokki. Tað gekk kortini ikki líka væl sum hjá liðfelaganum.

Føroyingurin megnaði ikki at hótta mótstøðumannin úr Gilleleja, og tapti 4-1 við dómaraavgerð.

Teitur Annand hevur boksað átta dystir og tapt tveir, meðan David Kunoy hevur boksað 10 og eisini bert tapt tveir. Tað er venjarin úr Tórshavn Boksing, Martin Meng, væl nøgdur við.

 - Hagtølini eru framvegis sterk, og vit eru sera nøgdir við avrikið og stríðsandan, sum dreingirnir hava víst í hesum kappingarárinum, sigur Martin Meng við Portalin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109