Oljutangar brenna á Krim

Oljutangar brenna á Krim
Ukrainar hava sent dronur við spreingiløðingum inn í hersetta økið, siga russiskir myndugleikar
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.04.2023 - 10:34

Fleiri oljutangar á Krim-hálvoynni standa í morgun í ljósum loga, og ovurstór svørt skýggj hanga yvir býnum.

Tað er í býnum Sevastopol, har russar hava eina stóra herflotahavn.

Sambært Reuters sigur russiskt-setti guvernørurin í Krim, at tað var tað eitt ukrainskt dronuálop, sum elvdi til eldin í oljutangunum. Guvernørum sigur eisini, at ongin fólkaskaði var av eldinum. 


Mynd: Mikhail Razvozhaev Via Telegram/Reuters/Ritzau Scanpix

Krim-hálvoyggin var hersett av russum í 2014, og síðani innrásina í Ukraina í fjør hava fleiri einstøk álop verið í Krim.
 
Ukrainska hervaldið vil ikki viðmerkja ella taka ábyrgdina fyri álopinum, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109