
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undrast á at føroysk og grønlendsk umboð leggja seg út í danskan politikk

(Dagføring kl. 14:53)
Andstøðan í Danmark fer nú alíkavæl at leggja fram misálit á Lars Aagaard, veðurlagsráðharra, skrivar DR.
Tað undrar bæði politiskar viðmerkjarar og politikarar í Danmark, at føroysk og grønlendsk fólkatingsumboð leggja seg út í danskan innanríkispolitikk.
Andstøðan í fólkatinginum arbeiddi við møguleikanum at leggja fram uppskot um misálit á Lars Aagaard, ráðharra í veðurlagsmálum, eftir at hann tilvitað hevur hildið aftur upplýsingar í sambandi við grøna orkuskiftið í Danmark.
Lars Aagaard. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Men føroysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, hava saman við grønlendska fólkatingsliminum, Aaju Chemnitz, í tíðindaskrivi boðað frá, at tey stuðla Lars Aagaard í hesum málinum, og sostatt verður ikki meiriluti fyri misáliti á ráðharran.
Málið hevur elvt til bæði undan og atfinningar í fólkatinginum, tí tað er ikki vanligt, at norðuratlantisku umboðini leggja seg beinleiðis út í donsk viðurskifti.
Bent Winther. (Mynd: Berlingske)
Bent Winther, politiskur viðmerkjari hjá Berlingske, sigur við DR, at danska stjórnin hevur ikki longur beinleiðis meiriluta í innanríkismálum, og tí verða óvanlig stig tikin í valdsstríðnum millum stjórnina og andstøðuna.
Torsten Gejl. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Torsten Gejl, framsøgufólk hjá Alternativet í veðurlagsmálum, sigur við DR, at hann heldur tað vera óhóskandi uppílegging í danskan innanríkispolitikk.
Hoyr innslag í í útvarpstíðindunum: