
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump lækkar tollin - fleiri lond vilja samráðast við USA

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði í gjárkvøldið frá, at ætlanin um at hækka tollin á fleiri útlendskum vørum er útsett í 90 dagar.
Handilskríggið við Kina heldur kortini fram, og tollurin á kinesiskum vørum í USA hækkar upp í 125 prosent.
Trump sigur, at hann hevur tikið avgerðina, tí fleiri eru vorðin stúrin, sum hann tekur til. Trump sigur eisini, at hann hevur umhugsað støðuna í fleiri dagar.
- Avgerðin var tikin tíðliga í morgun, segði forsetin í gjárkvøldið sambært BBC.
Skulu gjalda grundtoll
Londini, sum hava víst áhuga at samráðast við USA, skulu tó gjalda grundtoll, sum er 10 prosent, næstu 90 dagarnar.
Trump sigur, at fleiri enn 75 lond hava sett seg í samband við USA við tí í hyggja at gera nýggja handilsavtalu.
- Vit ætla ikki at skaða lond, sum vilja samráðast við okkum, sigur amerikanski forsetin.
Amerikonsk partabrøv hækkaðu alt fyri eitt, tá tað frættist, at Trump hevur útsett ætlaðu tollhækkingarnar. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
Partabrøvini hækkaðu
Tað hevur vakt ans, at Trump mælti til at keypa partabrøv fáar tímar fyri, at hann fekk partabrøvini at hækka í virði.
Tølini á partabrævamarknaðinum hava verið blóðreyð seinastu dagarnar, men kortini heitti amerikanski forsetin tíðliga í gjár at sosiala miðli sínum Truth Social á amerikanarar um at keypa partabrøv.
Fáar tímar seinni skrivaði hann aftur á Truth Social, at nýggju tollásetingarnar galda ikki næstu 90 dagarnar, men at tollurin á kinesiskum vørum hækkar upp í 125 prosent.
Alt fyri eitt hækkaðu amerikansku partabrøvini millum seks og níggju prosent.
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini. ES hevur avgjørt at svara amerikonsku tollhækkingunum aftur. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
ES svarar aftur
ES hevur avgjørt at svara amerikonsku tollhækkingunum aftur.
Ítøkiliga verður farið eftir amerikonskum statum, har Donald Trump og republikanarar hava undirtøku. Hetta er m.a. sonevndu landbúnaðarstatirnir.
ES fer nú at leggja toll á m.a. soyabønir, tubbak og sukur.
Peter Bay Kirkegaard frá Dansk Industri váttar fyri danska kringvarpinum, at allir tríggir vørubólkarnir eru greiðar ábendingar um, at ES beinleiðis fer eftir vørum, sum verða framleiddar í "republikanskum statum".
Byrja 15. apríl
Tollurin hækkar í stigum, tað sum eftir er av árinum, og byrjað verður 15. apríl.
Og tað er ein orsøk til, at ES ikki setur allar tollhækkingar í verk í verk beina vegin, sigur Per Bang Thomsen, ES-greinari, við danska kringvarpið.
Tað er t,í at ES vil sleppa til samráðingar við USA um tollin.
ES hevur boðað frá, at tey eru til reiðar at tosa um at strika tollin aftur, um USA vil samráðast á rættvísum grundarlagi.