Grønlendingar gjørt uppskot um grundlóg

Grønlendingar gjørt uppskot um grundlóg
Í grundlógaruppskotinum verður millum annað staðfest, at Grønland er ein suverenur statur, óheftur av Danmark
Mute B. Egede, landsstýrisformaður, tók ímóti uppskotinum um grundlóg fyri Grønland.
Mynd: KNR  
 
28.04.2023 - 15:54

Fyri 70 árum síðan fekk Grønland sína fyrstu grundlóg.

Tað var tann danska grundlógin, sum í 1953 varð sett í gildi í Grønlandi, men í dag var uppskotið um eina nýggja grønlendska grundlóg handað grønlendska tinginum, Inatsisartut.

Grønlendska grundlógaruppskotið hevur 49 greinar og fyllir 15 síður.

Í grundlógaruppskotinum verður millum annað staðfest, at Grønland er ein suverenur statur, óheftur av Danmark.

Les alt uppskotið um grønlendska grundlóg her.

 

Ríkisborgaraskapur

Av øðrum í grundlógaruppskotinum kann nevnast, at øll, sum hava foreldur við grønlendskum ríkisborgaraskapi, hava rætt til grønlendskan ríkisborgaraskap. Í dag er einki, sum eitur grønlendskur ríkisborgari - allir grønlendingar eru danskir ríkisborgarar.

Eisini verður staðfest, at grønlendska fólkið hevur rætt til at gagnnýta tilfeingið í grønlendska umhvørvinum og náttúruni, og at veiða hetta tilfeingið.

Og so verður sagt í grundlógaruppskotinum, at trygdarpolitikkur skal hoyra undir Naalakkersuisut, sum er grønlendska landsstýrið.

 

Eingin deyðarevsing

Eisini stendur, at deyðarevsing ongantíð má setast í gildi í Grønlandi, og at statsleiðarin skal vera formaðurin í Naalakkersuisut. Sostatt skal Grønland hvørki hava kong ella forseta.

Grundlógaruppskotið hevur verið leingi á veg. Í 2007 var málið um at gera eina grønlendska grundlóg reist fyrstu ferð í grønlendska tinginum, og í 2016 var málið reist av nýggjum. Árið eftir, í 2017, var ein grundlógarnevnd sett at evna eitt grundlógaruppskot til, men fleiri val og koronufarsóttin hava gjørt sítt til at seinka arbeiðnum hjá nevndini.

Ineqi Kielsen, sum síðani 2020 hevur verið formaður í grundlógarnevndini, sigur við KNR, at tað sum hevur tikið longst tíð við arbeiðnum er, at tað hava manglað grønlendsk orð til serliga tær løgfrøðiligu orðingarnar.

Grønlendska tingið skal nú taka støðu til uppskotið og hvussu tað skal arbeiðast víðari við tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342