- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiski varaverjumálaráðharrin koyrdur frá
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/varaverjumalaradharri.png?itok=jpfff3MA)
Russiski varaverjumálaráðharrin, Mikhail Mizintsev, er koyrdur úr starvi.
Tað sigur viðurkendi russiski krígskorrespondenturin, Alexander Sladkov.
Varaverjumálaráðharrin og generalobersturin, Mizintsev, hevur verið víðagitin fyri harðligu framferð sína í krígnum í Ukraina.
Hann verður serliga settur í samband við bumbingina av havnarbýnum Mariupol, og síðani hava ukrainar rópt hann "Slaktaran í Mariupol".
Tað er ikki greitt, hví hann er koyrdur frá, men krígskorrespondenturin sigur, at hetta er partur av stríðnum um valdið í russiska valdsbygnaðinum.
Ikki tann einasti
- Sambært tí, sum eg havi fingið at vita, er hetta ikki einasta fólk á leiðslustigi, sum er sent til hús, skrivar Sladkov.
Talsfólkið í Kreml, Dmitri Peskov, vil ikki gera viðmerkingar til málið, men vísir til verjumálaráðið, skrivar almenna russiska tíðindastovan, RIA.
Undan bumbingunum í Mariupol í fjør var Mizintsev ikki so kendur í russiska herinum.
Hann verður nú hildin at vera eina av oddamonnunum hjá Russlandi í krígnum í Sýria síðani 2015, og var eisini ákærdur fyri umfatandi bumbingar móti sivilum málum.
Í Russlandi var hann heiðraður fyri sín lut í krígnum og tilnevndur varaverjumálaráðharri í september í fjør, eftir at Dmitri Bulgakov var koyrdur frá.