38 fregnartænastufólk á russiskum sendistovum

38 fregnartænastufólk á russiskum sendistovum
Nøvn eru sett á fólkini, sum seinastu árini hava arbeitt á russiskum sendistovum í Norðurlondum
Russiska sendistovan í Keypmannahavn.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.04.2023 - 15:00

Russisku sendistovurnar í Norðurlondum verða brúktar sum njósnarastøðir, og nógvir heryvirmenn í russisku fregnartænastuni starvast á hesum støðum.

Russiskar sendistovur eru í Keypmannahavn í Danmark, Oslo í Noregi og Stokkhólmi í Svøríki.

Tað vísir nýggja heimildarrøðin, Skuggakríggið, sum DR, NRK, SVT og Yle hava framleitt í felag.

Nøvn eru sett á 38 fregnartænastufólk, sum seinastu árini hava arbeitt á russisku sendistovunum í Norðurlondum.

Sambært Anders Henriksen, stjóra í donsku mótnjósnaratænastuni, PET, eru russisku fregnartænasturnar sera professionellar. Tær eru dugnaligar, sera stórar og ráða yvir stórum tilfeingi, og heimildirnar røkka eisini víða.

Níggju av teimum 38 fregnartænastufólkunum, ið nøvn eru sett á, hava starvast á sendistovu í Danmark, og í minsta lagi 13 av teimum starvast enn í Norðurlondum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109