- Einki land í heiminum hevur størri ávirkandi megi á Russland enn Kina

- Einki land í heiminum hevur størri ávirkandi megi á Russland enn Kina
Týski uttanríkisráðharrin, Annelena Baerbock, heitir á Kina um at brúka sína ávirkan á Russland
Annalena Baerbock er á vitjan í Beijing í Kina, har hon skal hitta kinesiska uttanríkisráðharran, Qin Gang.
Mynd: Reuters  
 
14.04.2023 - 12:48

Týski uttanríkisráðharrin, Annelena Baerbock, sigur, at Kina má brúka sína ávirkan til at fáa Russland at steðga krígnum í Ukraina.

Baerbock er á vitjan í Beijing í Kina, har hon skal hitta kinesiska uttanríkisráðharran, Qin Gang.

- Einki annað land í heiminum hevur størri ávirkandi megi á Russland enn Kina, sigur hon. 

Uttanríkispolitiski stjórin í ES, Josep Borrell, sigur, at tað hevði verið stór hjálp, um kinesiski forsetin, Xi Jinping, tosar við ukrainska forsetan, Volodymuyr Zelenskyj.

- Tað verður sera torført, um ikki ómøguligt hjá ES, at hava álit á Kina, um Kina ikki hjálpir til at fáa politiska loysn. Vit vóna, at Kina tekur størri ábyrgd, sum fastur limur í ST-trýgdarráðnum, fyri at fáa russiskar leiðarar at lurta, sigur Borrell. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109