Grønlendskir faðirloysingar gevast ikki

Grønlendskir faðirloysingar gevast ikki
Grønland ætlar ikki at gevast við stríðnum um at vinna teimum 26 løgfrøðiliga faðirleysu grønlendingunum endurgjald, hóast danska stjórnin hevur afturvíst kravinum.
Aaja Chemnitz (til høgru) er grønlendska umboðið á Fólkatingi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.04.2023 - 18:12

Hóast danska stjórnin í farnu viku afturvísti kravinum um endurgjald til teir 26 løgfrøðiliga faðirleysu grønlendingarnar, so fer Grønland ikki at gevast við stríðnum fyri at fáa umbering og endurgjald frá Danmark.

Tað sigur grønlendski fólkatingslimurin Aaja Chemnitz sambært grønlendska kringvarpinum KNR.

"Hetta er eitt týðandi mál fyri okkum. Grønland stendur saman um at leggja trýst á danska statin og stjórnina um, at tey løgfrøðiliga faðirleysu hava líka góðan rætt til umbering og endurgjald, sum danska stjórnin gav sokallaðu eksperimentbørnunum," sigur Aaja Chemnitz við KNR.

Tey 26 løgfrøðiliga faðirleysu krevja 125.000 krónur hvør í endurgjaldi - tilsamans 3,25 milliónir krónur - við tí grundgeving, at teirra mannarættindi og rættur til eitt familjulív eru brotin.

 

Løgfrøðiligir faðirloysingar

Hetta eru børn hjá grønlendskum eins væl og donskum, amerikanskum og øðrum monnum, sum í 1950-unum og 1960-unum fingu børn við grønlendskum kvinnum. Tá menninir hvurvu aftur, høvdu børnini ikki rætt til at kenna sín biologiska pápa og tíansheldur ikki at arva hann. Har av navnið løgfrøðiliga faðirleys.

Áðrenn lógin um javnrætt hjá børnum kom í gildi í 1974, var ongin faðirskapskylda fyri børn, ið vóru fødd uttan fyri hjúnalag. Tann bólkurin av børnum er seinni vorðin kendur sum løgfrøðiligir faðirloysingar. Eisini nakað upp í 1970-ini eru dømi um grønlendsk børn, sum eru fødd uttan arvarætt. Í Danmark hava børn havt hendan rættin síðan í 1930-unum.

Aaja Chemnitz hevur framvegis vónir um, at Danmark fer at rinda endurgjald. Hon heldur, at danski staturin óttast fyri, at um hesi børnini fáa endurgjald, fer tað at lata upp fyri eini rúgvu av øðrum endurgjaldskrøvum, og tað kann gerast sera kostnaðarmikið hjá danska landskassanum.

Hon roknar eisini sjálv við, at fleiri endurgjaldskrøv fara at koma. Aaja Chemnitz vísir á fýra ymisk mál, har Danmark kann rokna við endurgjaldskrøvum úr Grønlandi. Hesi málini eru eksperimentbørnini, tey juridiskt faðirleysu, ólógligar ættleiðingar í 1950-unum og 60-unum, og so frá kvinnum í sonevndu spiralgøluni, skrivar KNR.

 

4.600 faðirloysingar

Eingi almenn tøl finnast, men mett verður, at tað eru umleið 3.300 faðirloysingar í Grønlandi og 1.300 faðirloysingar í Danmark, sambært einari frágreiðing frá 2017.

Í 2014 var lógin um arvarætt broytt, so tey, sum eru løgfrøðiligir faðirloysingar, kunnu reisa endurgjaldskrav, og hava rætt til at arva pápa sín.

Men lógin slær fast, at løgfrøðiligir faðirloysingar bara kunnu fáa lut í arvi, um deyðsbúgvið ikki longu er gjørt upp.

Málið um endurgjaldskrav móti danska statinum var reist í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342