Studningur til háskúlar í ríkisfelagsskapinum kemur neyvan aftur

Studningur til háskúlar í ríkisfelagsskapinum kemur neyvan aftur
Tey, sum umsita studningin, siga, at torført hevur verið at lata studning, tí so fá søktu
Jacob Engel-Schmidt, mentamálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.03.2023 - 08:41

Studningurin, sum var latin teimum, sum fóru í háskúla í Føroyum, Grønlandi ella í Danmark, kemur neyvan aftur.

Felagið hjá háskúlunum í Danmark, sum umsat studningin, Rigsfælleskabets Højskolestipendium, sigur, at torført hevur verið at lata studning, tí so fá søktu.  

Hetta sigur Jakob Engel-Schmidt, mentamálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum spurdi, hví pengar ikki eru settir av til studningin í ár.

Studningsskipanin kom í 2020.

Jakob Engel-Schmidt leggur dent á, at stjórnin framvegis vil stykja sambandið millum tey ungu í ríkisfelagsskapinum, millum annað við útbúgving og mentan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109