Magnus Dam verður nýggjur kringvarpsstjóri

Um KVFTíðindi
Magnus Dam verður nýggjur kringvarpsstjóri
Hann byrjar í starvinum 1. mai
Magus Dam tekur við starvinum sum kringvarpsstjóri 1. mai.
 
31.03.2025 - 12:12

Kringvarpsstýrið hevur sett Magnus Dam sum stjóra í Kringvarpi Føroya.

Magnus Dam hevur útbúgving sum journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og sum løgfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn.

Hann hevur drúgvar leiðslu- og starvsfólkaroyndir í høvuðsstaðarkommununi.

Magnus Dam var løgfrøðiligur ráðgevi á løgdeildini frá 2007 til 2018, og síðani 2018 hevur hann verið deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar kommunu.

Frá 2000 til 2006 starvaðist hann sum journalistur á Sosialinum og í Kringvarpinum.

Magnus Dam tekur við starvinum 1. mai. Starvið sum kringvarpsstjóri er áramálssett í fimm år.

Katrin Petersen, sum hevur verið virkandi stjóri síðani desember í fjør, fer aftur í starvið sum deildarleiðari fyri Aktuelt. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050

Um kvf css