- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóhanna Norðberg Niclasen: "Hetta lýsist ikki við orðum"
"Áhoyrararnir vóru fantastiskir, og tað føldist eins og øll heppaðu upp á meg," segði Jóhanna Norðberg Niclasen, tá Eyðfinn Jensen hitti hana beint eftir, at hon hevði vunnið danska Melodi Grand Prix.
Sigurin tryggjar Jóhonnu, ið framførir undir navninum Sissal (hon er doypt Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen), luttøku í Eurovision, sum verður í Sveis í mai.
Vann við einum stigi
Vinnarin av danska Melodi Grand Prix 2025 varð funnin við at samantvinna atkvøðurnar frá hyggjarunum og einari dómsnevnd.
Hyggjararnir atkvøddu umvegis smsboð og Melodi Grand Prix-appina, og dómsnevnd var samansett av 20 donskum og aljtóða Eurovision-fjepparum.
Úrslitið gjørdist:
- Sissal – 'Hallucination' fekk samanlagt 38 stig (18 hyggjarastig, 20 dómsnevndarstig)
- Tim Schou – 'Proud' fekk samanlagt 37 stig (23 hyggjarastig, 14 dómsnevndarstig)
- Adel the Second – 'The Unluckiest Boy live' fekk samanlagt 25 stig (9 hyggjarastig, 16 dómsnevndarstig)
Um tú ikki sást framførsluna hjá Jóhonnu Norðberg Niclasen í Melodi Grand Prix-finaluni, so kanst tú síggja hana her: