Toppfundur í London í dag

bannari
Toppfundur í London í dag
Bretski forsætisráðharrin Keir Starmer hevur boðið ríkisleiðarum í evropisku londunum á fund í London
 
02.03.2025 - 10:29

Tosað verður um verju, trygd og varandi friðaravtalu fyri Ukraina, og virkisætlan skal gerast fyri trygdina í Evropa.

Norski uttanríkisráðharrin Espen Barth Eide, sigur við norska TV2, at støðan er dramatisk og akutt.

- Noreg er millum londini, sum hava givið mest, men nú mugu vit síggja, hvat vit kunnu gera í støðuni, sum er nú. Tað hevur týdning fyri okkum, at hetta ikki er ein fundur við broddi móti Trump. Hetta er ein fundur fyri Ukraina, fyri trygd í Evropa, men eisini innbjóðing til betri samstarv tvørtur um Atlantshav, tí tað hevur týdning fyri okkum í Evropa, segði Barth Eide.

Hann leggur dent á, at bæði Ukraina og lond í Evropa kunnu gera meira, samstarva betri og kommunikera, at tey framvegis vilja hava USA at stuðla Ukraina. Hann sigur, at tað er eitt sera sterkt evropisk samanhald um at styrka átøkini fyri at verja Evropa innanfyri karmarnar í Nato-verjusamgonguni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017