- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit mugu standa saman, sigur Keir Starmer
Vit mugu standa saman, sigur Keir Starmer
Vit eru á søguligum vegamóti. Vit mugu standa saman og gera alt fyri at tryggja friðin í okkara heimsparti. Evropa má taka tyngsta takið, segði bretski forsætisráðharrin

- Vit eru á einum søguligum vegamóti, segði bretski forsætisráðharrin Keir Starmer
Mynd: AP-tíðindastovan
02.03.2025 - 18:30
Toppfundur millum flestu av evropeisku stjórnarleiðarum hevur verið í bretska høvuðsstaðnum ídag.
-Bretland, Frakland og onnur evropeisk lond fara nú at arbeiða saman við Ukraina fyri at steðga krígnum. Og ta ætlanina fara vit at umrøða við USA, sigur Starmer.
Útgangsstøðið fyri eini varandi loysn má vera, at Ukraina stendur so sterkt sum yvirhøvur tilber, beinanvegin, sigur Starmer, og lovar øktan stuðul til Ukraina.
Hoyr innslag um tíðindafundin her:
1729455
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV