
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kallið, Steintóra Gleðisheygg Joensen: "Fortíðin hevur formað okkum"

Skrivað hevur: Rebekka Heðinsdóttir Hansen
Steintóra Gleðisheygg Joensen er uppvaksin í Vági sum miðlingur millum tvey tøtt lungasjúk systkin.
Hæddarpunktið í vikuni var, tá hon fór í sunnudagsskúla hjá Frelsunar herinum. Hon minnist aftur á løtur, tá hon sum smágenta situr í kamarinum og las úr barnabíbliuni, og hon minnist enn týðiliga myndirnar úr henni.
Í frítíðini spældi hon eisini fótbólt, og hon fór til Danmarkar á ítrottarskúla í 10. flokki. Tá skrivaði hon eina uppgávu, ið snúði seg um prestayrki. Meðan hon gekk í student, hugsaði hon ofta um, hvat hon skuldi lesa, tá hon varð liðug, og hon var ikki avgjørd um, at tað skuldi verða gudfrøði, hóast tankin var har av og á.
Torført at taka avgerðir
Steintóra hevur torført við at taka avgerðir, og hetta kom til sjóndar, tá hon fyrst søkti um upptøku til jura, men tá hon fekk játtandi svar uppá umsóknina, kendist hetta ikki sum rætta avgerðin.
”So jeg ringdi niður á teologi, og spurdi, um eg kundi sleppa inn. Tað er okkurt við at, tá tað kemur til skarpskeringar, so hevur tað altíð verið gudfrøðin, ið hevur togað í meg. Jeg haldi, tað er eitt kall,” staðfestir Steintóra.
Gudfrøðilesturin var krevjandi, og eitt av fyrstu fakunum var bíbliusøga, og próvtøkan var, at fara upp í bíbliuni uttan hjálpimiðlar.
Trúgv Steintóru bleiv pettað sundur
Steintóra greiðir frá, at á gudfrøðilestrinum verður bíblian lisin á ein annan hátt, tí ein fer kritiskt til verka og fær innlit í lívi aftanfyri allar søgurnar og tekstirnar.
”Eg minnist, at mann hevur ein mentor á lesnaðinum, mín var Jesper Tang Nielsen. Eftir eitt ár, fór eg inn til hansara og segði, at mín trúgv er farin í pettir. Eg haldi ikki, at eg kann halda áfram við lesnaðinum,” segði hon.
"Mín trúgv var farin í pettir. Eg helt ikki, at eg kundi halda fram við lesnaðinum.”
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur
Spurningar um tilveruna og deyðan
Serliga vóru tey málsligu fakini og heimspeki avbjóðandi, og sum Steintóra leggur afturat: ”tín bíbliuveruleiki verður pettaður sundur, fyri síðani at verða bygdur upp aftur. Tá var hann so ikki bygdur uppaftur, tí vit vóru komin so stutt.”
Svarið, ið Steintóra fekk, var, at so skuldi hon nevnliga halda áfram at lesa, tí tað prógvar, at hon tekur ímóti læringini.
Hon helt áfram, hóast tey fyrstu árini vóru tung.
”Tú verður konfronteraður við allar spurningar sum eru í tilveruni, aftanfyri tilveruna og deyðan.”
Ivin førdi Steintóru til mótadesign
Steintóra var einans 21 ár, tá hon byrjaði á lesnaðinum, og hevði hon havt møguleikan at valt aftur, hevði hon heldur byrjað teologilesnaðin sum 35 ára gomul.
Hon sá, at tey, ið vóru eitt sindur eldri, fingu meira burturúr lestrartíðini, tí tey høvdu fleiri royndir og upplivingar við sær.
Ivin var allatíð ein fylgisveinur, og Steintóra helt eisini ein steðg í lesnaðinum. Hon fór at lesa mótadesign, og fekk pláss á Listaháskúlanum í Íslandi.
Men hon vildi tó gera seg lidna við bachelor útbúgvingina áðrenn, tí hon manglaði bert eitt hálvt ár.
”Tíðin er ein faktor, ið vit ikki kunna pressa. Tíðin arbeiðir ofta fyri okkum.”
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Alt fall uppá pláss
Tá Steintóra so fór aftur at lesa teologi aftaná árið á mótalinjuni, tá fall gudfrøðin púra uppá pláss fyri hana. Nú var tað var 100 prosent tað, sum hon skuldi.
”Tíðin er ein faktor, ið vit ikki kunna pressa. Tíðin arbeiðir ofta fyri okkum,” ásannar Steintóra.
Fjarstøðan og tíðin frá lesnaðinum hevði ein leiklut í, at alt fall uppá pláss – at fakið gjørdist ein heild, heldur enn at vera ein stór fløkja. Serliga heimspekin, ið hevði verið torfør, opnaði seg og gav meining, og tá kundi hon ikki annað enn elska tað, sigur Steintóra.
At vera ektað familja
Steintóra skrivaði ritgerð um evnið "Hvat er í roynd og veru, at vera ein ektað familja?"
Hugskotið fekk hon, tá hon hoyrdi eina smágentu spyrja eina aðra smágentu, um tær vóru ordiligt í familju. Tá meinti smágentan, um tey vóru lívfrøðiliga í familju.
”Okur hava so nógvar familjuformar í dag, so eg hugsaði, at um bara tey, ið eru biologiskt í familju, eru ordilig familja, so eru nógv okum útihýst.”
Hetta gav Steintóru íblástur at skriva um, hvussu barnleysar kvinnur eisini eru partur av eini ektaðari familju, og hon tók støði í Luksas evangeliinum.
”Tað, sum Jesus ger í Lukas evangeliinum, er, at hann við sínum útsøgnum og verumáta, og mátanum hann kemur til verðina uppá, inkluderar øll menniskju í eina familju, ið hava hug til at vera í eini familju. Hann ger tað møguligt fyri øll fólk at gerast partur av eini rættari familju.”
”Okur hava so nógvar familjuformar í dag, so eg hugsaði, at um bara tey, ið eru biologiskt í familju, eru ordilig familja, so eru nógv okum útihýst.”
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur
Tað, sum serliga var knútipunktið fyri Steintóru í Lukas evangeliinum, er, tá teir koma til hann og siga, at mamman og beiggjar hansara bíða eftir honum, og hann sigur, at tey sum fylgjast við mær, eru tey, sum eru mín familja.
"Tá flytir mann jú familju frá at vera biologiska til at vera sosiala. Tá flytir tú týdningin av tí biologiska yvir í tað, at tú er familju við tann, sum tú brúkar tíð uppá, sum tú hevur hug at vera saman við, sum tú hevur virðing fyri og sum tú stuðlar.”
Trý listaverk eftir Steintóru Gleðisheygg Joensen, presti, sett saman (Myndir: Privat av Facebook)
Tað lívfrøðiliga móti tí sosiala
Hetta ástøðið hevur Steintóra fingið atfinningar ímóti, og hon vísir á, at tað í Vesturheiminum kann vera torført at skilja hetta, tí tað er í okkara mentan og arvi, hevur verið á tann hátt, at lívfrøðin hevur havt størstan týdning.
Men verður hugt útum Vesturheimin, sæst, at tey hava aðrar mátar at lýsa hugtakið familja. Í summum mentanum er familja ein blanding av tí lívfrøðiliga og tí sosiala, meðan í øðrum mentanum hevur tað lívfrøðiliga ongan týdning, men tað sosiala hevur alt at siga.
”Eg hevði ikki funnið uppá tað sjálv, at mann kann konstruera eina familju, tað er nakað, ið kemur frá bíbliuni, frá Jesusi.”
”Eg hevði ikki funnið uppá tað sjálv, at mann kann konstruera eina familju, tað er nakað, ið kemur frá bíbliuni, frá Jesusi.”
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur
Viðhvørt er nóg mikið at vera til staðar
Steintóra greiðir frá, at tað var eitt størri skifti at fara frá at vera guðfrøðingur til at vera prestur, enn tað var at fara frá at vera student til at lesa guðfrøði.
Hon minnist, at hon hugsaði, tá hon júst hevði fingið embætið, at nú var hon prestur, og fór tí at halda guðstænastu sunnudagar, men visti ikki reiðiliga hvat annað tað innibar.
Hon náddi tó ikki meira enn at verða prestvígd og innsett, áðrenn hon fekk fyrstu uppgávuna, ið var at hava eina andakt á einum ellisheimi.
”Tað ger einki, um mann ikki altíð veit, hvat mann skal. Tað, sum er umráðandi, er, at vera til staðar,” sigur Steintóra.
”Okur eru bara menniskju, okur skulu ikki altíð fiksa alt”, leggur Steintóra afturat.
”Okur eru bara menniskju, okur skulu ikki altíð fiksa alt.”
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur
Tungar jarðarferðir bergtaka eisini
”Tað ríkasta við hesum lívinum, sum prestur, er relatiónirnar, tú fær,” sigur Steintóra.
Hon leggur afturat, at løturnar, har menniskju og lív hava bergtikið hana mest, ofta hevur verið til tungar jarðarferðir.
Vígslur eru stuttligar at vera partur av, og Steintóra Gleðisheygg Joensen vísir á, at tey, ið verða gift, vísa eitt stórt dirvi.
”Tá okur siga ja í vígsluritualinum, so sigur mann ja til, at tað er tað, mann vil royna. So tá onkur kemur fyri aðru ferð, so er tað fantastiskt, at tey vilja royna eina ferð afturat – at tey ikki hava mist móti uppá kærleikan, tá tað ikki riggaði fyrstu ferð av ymiskum orsøkum.”
Mynd: Privat á Facebook
Ein gáva at fáa innlit í lívið hjá fólki
Tá Steintóra verður spurd, hvat kristindómurin kann geva menniskjum, ið vit ikki kunnu liva uttan, nevnir hon, at boðskapruin er, at vit sum menniskju eru elskaði, og at fyrigeving, sáttargerð og náði hevur ótrúliga stóran týdning.
”Okur siga okkum ikki vera eitt útpenslað klassasamfelag, men tað er eingin ivi í, at tað eru okur,” staðfestir Steintóra.
Sum prestur, kemur tú í samband við nógv ymisk menniskju, og tað er týðiligt, at stórur munur er á, ásannar hon. At fáa innlit í veruleikan hjá øllum, hevur verið við til at gjørt, at Steintóra er vorðin meira vaksin, tolin og fyrigevandi enn áður – og hetta sær hon sum eina gávu.
"Fortíðin hevur formað okkum, vit kunnu ikki renna frá tí, men vit kunnu royna at brúka hetta uppbyggjandi."
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur
Eingin umbering fyri keðiligar gerðir
Ofta hevur menniskja lyndi til at gera seg til offur, um tey fremja keðiligar gerðir. Tá royna tey ofta at rættvísgera sínar gerðir, við at vísa á, at tey hava upplivað okkurt keðiligt, ið kann vera alt frá sviki, einsemi, keðiligum uppvøkstri, sálarligum- ella kropsligum harðskapi ella sjúkugreining.
Men hetta kann tó ikki rættvísgera keðiligan atburð, sambært Steintóru. Øll hava uppliva okkurt keðiligt í lívinum, men vit mugu kenna ábyrgd og vera góð við hvønn annan, hóast hetta.
”Tað kann ljóða hart at siga tað soleiðis, men okur hava eitt lív, og okur hava ábyrgd av at liva við teimum byrðunum, men framyvir hyggja uppá lívið við eini vón og behandla hvønn annan við kærleiksfullum eygum,” staðfestir Steintóra Gleðisheygg Joensen.
"Fortíðin hevur formað okkum, vit kunnu ikki renna frá tí, men vit kunnu royna at brúka hetta uppbyggjandi."
Mynd: Privat á Facebook
Hvat: Kallið
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Sunnudagar kl. 14.15 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Higartil: Gerhard Jónsson Mikkelsen, Steintóra Gleðisheygg Joensen & Bergtórur Hjelm Bjarkhamar
Í dag: Tummas Lykke Kannuberg
Hoyr sendingina um kallið hjá Steintóru Gleðisheygg Joensen her: