- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mamman var vís í, at Jóhanna fór at skína bjart til Melodi Grand Prix
Ofta sita foreldrini á nøglum, tá børnini skulu framføra ella spæla eitthvørt, um tað er í tónleiki ella ítrótti.
Men ikki Mikkalina Norðberg, mamma Jóhonnu, sum í gjár vann danska Melodi Grand Prix og harvið tryggjaði sær luttøku í heimsinsstørstu sangkappin, Eurovision.
"Eg veit ikki, um eg var vís í, at hon fór at 'shina" ígjøgnum. Men salurin kókaði, og eg hevði eina kenslu av, at um hon ikki vann, so fór allur salurin at trampa, tí hon mátti vinna," greiðir mamman frá.
Øll familjan hevur longu avgjørt, at hon fer til Basel í Sveis at stuðula Jóhonnu (Sissal), tá hon fer at luttaka í Eurovision-sangkappingini, sum verður í mai.
Fyrra hálvfinalan verður týskvøldið 13. mai, onnur hálvfinalan hóskvøldið 15. mai, meðan sjálv finalan verður leygarkvøldið 17. mai.
Danmark er undir trýstið, tí tað eru fimm ár síðani landið, ið hevur vunnið Eurovision tríggjar ferðir, hevur verið í finaluni.
Soleiðis hevur tað gingið Danmark síðstu 10 árini:
2024: Saba – einki finalupláss (12. pláss í hálvfinaluni)
2023: Reiley – einki finalupláss (14. ppláss í hálvfinaluni)
2022: Reddi – einki finalupláss (13. pláss í hálvfinaluni)
2021: Fyr og Flamme – einki finalupláss (11. pláss í hálvfinaluni)
2020: Eurovision blev aflyst orsakað av korona
2019: Leonora – 12. plads i finalen (10. pláss í hálvfinaluni)
2018: Rasmussen – 9. plads i finalen (4. pláss í hálvfinaluni)
2017: Anja Nissen – 20. plads i finalen (10. pláss í hálvfinaluni)
2016: Lighthouse X – einki finalupláss (17. pláss í hálvfinaluni)
2015: Anti Social Media – einki finalupláss (13. pláss í hálvfinaluni)