- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanlandsnevndin skal fáa størri heimildir

Nú eru broytingar á veg í tingskipanini.
Formansskapurin í løgtinginum vil víðka heimildirnar hjá Uttanlandsnevndini, og hevur lagt fram uppskot um at broyta tingskipanina.
Við broytingini fær Uttanlandsnevndin heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrisfólki á fund at kunna nevndina um ávís mál.
Hetta kann fara fram, uttan at tað skal snúgva seg um mál, sum seinni endar við eini formligari ráðførslu sambært stýrisskipanarlógini.
Eisini skrivligt tilfar
Uttanlandsnevndin kann eisini heita á løgmann ella landsstýrisfólk um at lata nevndini skrivligt kunnandi tilfar um ávís mál, uttan at hetta skal fara fram á fundi.
Heimildin at heita á løgmann ella landsstýrisfólkið um at lata Uttanlandsnevndini skrivligt tilfar, eigur at avmarkast til mál, sum eru aktuell, ella sum sitandi landsstýrið so ella so arbeiðir við.
Verður skrivligt tilfar latið nevndini, eru tað løgmaður og landsstýrisfólkini, sum gera av, um tilfarið verður latið í trúnaði.
Sambært uppskotinum eru vanligu reglurnar um tagnarskyldu galdandi.