Betri marknaðaratgongd í Kina

Betri marknaðaratgongd í Kina
Føroyar kunnu nú útflyta øll fiskasløg, rækjur og skeljar til Kina
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, skrivaði undir nýggju protokollina vegna Føroyar.
 
02.04.2025 - 09:10

Føroyskir útflytarar fáa nú betri marknaðaratgongd til Kina.

Føroyar og Kina hava skrivað undir tvær heilsufrøðiligar protokollir um veiddan fisk, fiskalýsi og fiskamjøl.

Tað merkir at Føroyar nú kunnu útflyta øll fiskasløg, rækjur og skeljar til Kina, og at makrelprotokollin frá 2016 er sett úr gildi.

Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir við at fáa eina góðkenda heilsuváttan til fiskamjøl og lýsi til Kina. 

 

Fleiri vørusløg

Eisini skulu øll virki og skip, sum útflyta til Kina, vera á góðkendum lista, men hetta er ikki endaliga góðkent av kinesiska myndugleikanum enn.

Við nýggju protokollunum verður marknaðaratgongdin til Kina víðkað til fleiri vørusløg enn fyrr,  og sambært landsstýriskvinnuni er tað eitt týdningarmikið stig í at betra um handilsviðurskiftini millum londini.

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, er í hesum døgum í Bejing í Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948