- Tíðindi, mentan og ítróttur
Galaxy avloysir aftur á Suðuroyarleiðini
Galaxy avloysir aftur á Suðuroyarleiðini
Ferjan Galaxy skal aftur avloysa strandfaraskipið Smyril á Suðuroyarleiðini, tá ið Smyril skal í dokk í september í ár

Galaxy avloysti eisini í 2017
22.04.2025 - 15:11
Áttanda september skal Smyril til 20 ára klassing á Fayard skipasmiðjuni í Danmark har m.a. tvey stórarbeiði skulu gerast.
Meðan Smyril er burtur, skal Ferjan Galaxy avloysa, sigur Niels Juel Arge er stjóri á Strandferðsluni.
1739307
Ferjan "Galaxy" var avloysaraskip fyri Smyril í 2017.
Hon tekur 350 ferðafólk og 140 bilar og hevur heingidekk, sum kunnu takast í nýtslu alt eftir nøgd av farmi. Hon er smíðað í 1979. Men er tað eitt tíðarhóskandi skip?
1739302
Dokkingin varir 8-10 vikur, og Løgtingið hevur játtað 110 mió. krónur til dokkingina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV