- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vága Floghavn 1,4 mió. í avlopi

Vága Floghavn hevði 1,4 milliónir krónur í avlopi í 2024.
Tað er nakað minni enn árið fyri, tá avlopið var 3,9 milliónir krónur.
Men árið 2024 gjørdist tað besta higartil hjá Vága Floghavn, bæði viðvíkjandi ferðafólkatali og farmi.
Í árinum ferðaðust 444.035 ferðafólk um flogvøllin, og tað eru góð 13.000 fleiri enn í 2023.
Og nøgdin av farmi setti eisini met. Tey góðu 7.200 tonsini, sum fóru um flogvøllin, eru fýra, fimm ferðir so nógv sum gamla metið.
Men hesi metini hava eisini vaksandi útreiðslur við sær. Tí lá ikki meira eftir á botnlinjuni í ár, skrivar Vága Floghavn.
Víst verður á hækkandi starvsfólkaútreiðslur, eins og stórar íløgur verða gjørdar í floghavnina beint nú. Verkfallið tíðliga á sumri í fjør ávirkaði eisini ferðafólkatalið og harvið inntøkurnar hjá Vága Floghavn, verður sagt.
Á aðalfundinum hjá felagnum vórðu aðalfundarvaldu umboðini í nevndini afturvald, og hevur nevndin skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni. Hini í nevndini eru Gunn Hanusardóttir Møller, Bogi Bendtsen og Uni Danielsen, sum eru vald av aðalfundinum, og Nanny Ritter Falkvard, Egil B. Joensen og Tórstein á Steig, sum eru starvsfólkavald umboð.