Turið ikki við til HM-dystirnar

Turið ikki við til HM-dystirnar
Turið Arge Samuelsen er skadd og hevur givið avboð til avgerandi dystirnar ímóti Litava, har plássi HM-endaspælinum stendur upp á spæl
Turið Arge Samuelsen hevur givið avboð til playoff-dystirnar ímóti Litava
Mynd: Kollektif  
 
31.03.2025 - 15:37

Turið Arge Samuelsen úr Kyndli hevur givið avboð til HM playoff-dystirnar ímóti Litava í næstum.  Profilurin hjá Kyndli hevur ein ryggskaða at dragast við, og tí er Rannvá Olsen úr VÍF kallað inn til landsliðshópin í staðin, skrivar Hondbóltssambandið.

Turið Arge Samuelsen boðaði frá at hon gavst á landsliðnum eftir EM-endaspælið í vetur, men seinni játtaði hon at vera við til avgerandi dystirnar ímóti litavum, har eitt pláss í HM-endaspælinum stendur upp á spæl. 

Tí er tað ein smeitur fyri Føroyar, at hon kortini ikki verður í hópinum og helst hevur spælt sín seinasta landsdyst. 

Føroyar møta Litava á heimavølli Við Tjarnir mikudagin 9. apríl og á útivølli sunnudagin 13. apríl. Vinnarin samanlagt sleppur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.

 

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, VíF
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax Købehavn (DEN)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109