Slakar 200 milliónir í halli næsta ár, hóast tiltøk verða sett í verk

Slakar 200 milliónir í halli næsta ár, hóast tiltøk verða sett í verk
Framskrivingar vísa, at landskassin fer at hava hall til 2030, men við átøkum verður roknað við avlopi í 2028
Tá uppskotið var lagt fram í tinginum, skipaði Ruth Vang, landsstýriskvinna, fyri tíðindafundi um játtanarkarmarnar.
Mynd: Bárður Weihe  
 
31.03.2025 - 13:45

Framskrivaða hallið í játtanarkarminum fyri 2026 er 252 milliónir kr., men ætlanin er at gera átøk fyri tilsamans 55 milliónir, og tá kemur hallið niður í 197 milliónir kr.

Tað verður upplýst í uppskotinum um játtanarkarmar, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fyri tingið.

Góðar 100 milliónir krónur verða settar í Búskapargrunnin næsta ár, og tað ger hallið størri í 2026. 

Framskrivingar vísa, at landskassin fer at hava hall øll árini til 2030, um tiltøk ikki verða sett í verk. Men við tiltøkum verður roknað við avlopi í 2028.

Í 2026 verða átøk framd fyri 55 milliónir fyri at halda tilmælið, um at raksturin ikki veksur meira enn fýra prosent. Árini frameftir skulu átøk fremjast fyri umleið eitt hálvt prosent av rakstrinum.

Skulu nýggjar raðfestingar gerast í rakstrinum næstu árini, verður neyðugt at økja átøkini samsvarandi, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

 

Les alt uppskotið um játtanarkarmar her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017