- Tíðindi, mentan og ítróttur
United Airlines flýgur til Nuuk í summar
United Airlines flýgur til Nuuk í summar
Flogið verður tvær ferðir um vikuna frá 14. juni

United Airlines ætla at brúka Boeing 737 MAX 8 til flúgvingina millum New York og Nuuk.
17.03.2025 - 11:06
United Airlines fer at flúgva millum New York og Nuuk í summar.
Flogið verður tvær ferðir um vikuna.
Byrjað verður 14. juni.
Fyrsta ferðin er longu útseld.
Flogið verður av Newark flogvøllinum í New York.
United Airlines ætla at brúka Boeing 737 MAX 8 til hesa flúgving.
Flogfarið tekur 166 ferðafólk, og tá eru 16 á fyrsta plássi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV