- Tíðindi, mentan og ítróttur
Coronu-bøtur kolldømdar
Coronu-bøtur kolldømdar
Tá coronu-farsóttin fyri fimm árum síðani stongdi norska markið til Svøríki, kostaði tað stórar bøtur at bróta forboðið og at royna at sleppa úr Svøríki inn í Norra.

16.03.2025 - 14:28
Men nú hevur ein gomul avtala frá 1917 gjørt, at nakrir svenskarar, sum búgva nærhendis markinum, kortini ikki kunnu fáa bót fyri at hava verið í Norra, tá ið landið varð stongt í eini roynd at steðga smittuspjaðingini.
Tað upplýsir norski ríkisadvokaturin fyri svenska sjónvarpinum, SVT.
Tann yvir hundrað ára gamla avtalan merkir, at íbúgvar nærhendis markinum hava lógligan og óavmarkaðan rætt til at ferðast millum Svøríki og Norra, og tað undantakið er eisini galdandi, hóast farsótt er í umfari.
Í norska politiumráðnum, sum er granni Värmland og Dalarna í Svøríki, hava 55 fólk tí fingið bøturnar endurgoldnar, sum tey fingu fyri fimm árum síðani.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV