Trump ætlar at tosa við Putin í morgin

Trump ætlar at tosa við Putin í morgin
Amerikanski sendmaðurin, Steve Witkoff, hevur verið í Moskva og tosað Putin um uppskotið hjá USA um vápnahvíld í Ukraina
 
17.03.2025 - 08:00

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann fer at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin, í morgin.

Tað skriva Reuters og AP.

Fráboðanin kemur eftir at serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, fríggjadagin var í Moskva, har hann tosaði við Putin um uppskotið hjá USA um vápnahvíld í Ukraina.

Í gjár segði Witkoff, at væntandi fara forsetarnir báðir at tosa saman í telefon í hesi vikuni, og at samtalurnar fara snúgva seg um Ukraina.

- Eg vænti, at tað verður gott og jaligt kjak, segði Witkoff í samrøðu við CNN í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226