Umsíðir sleppa tey heim

Umsíðir sleppa tey heim
Rúmdarfarið, ið skal fáa tey bæði strandaðu amerikansku rúmdarfólkini á rúmdarstøðini ISS heimaftur, kom tíðliga í morgin til støðina.
Frøin varð stór í morgun, tá ið strandaðu rúmdarfólkini fyri fyrstu ferð í yvir níggju mánaðir sóu onnur menniskju
Mynd: NASA/AP  
 
16.03.2025 - 10:18

Beint fyri klokkan seks í morgun var luftslúsan latin upp og manningin kundi við gleði taka ímóti teimum fýra nýggju rúmdarfólkunum, ið vóru komin.

Nýggja manningin telur tvey rúmdarfólk úr USA, eitt úr Japan og eitt úr Russlandi.

Amerikansku rúmdarfólkini Butch Wilmore og Suni Williams hava verið strandað á rúmdarstøðini í yvir níggju mánaðir, men sleppa umsíðir heimaftur einaferð í komandi vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF