- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanríkisstjórin í ES finst hvassliga at Putin
Uttanríkisstjórin í ES finst hvassliga at Putin
Russisku krøvini vísa, at Moskva vil ikki hava frið í Ukraina, sigur Kaja Kallas

Kaja Kallas er uttanríkisstjóri í ES.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix
17.03.2025 - 08:26
Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, finst hvassliga at treytunum, sum Russland og forsetin, Vladimir Putin, hava sett fyri vápnahvíld í Ukraina.
- Krøvini hjá Russlandi vísa, at Moskva vil ikki hava frið í Ukraina, sigur Kallas við Reuters.
Hon sigur, at krøvini frá Russlandi samsvara neyvt við endamálið hjá Russlandi at leypa á Ukraina í 2022.
Russland krevur trygd fyri, at Ukraina ikki fer upp í verjusamgonguna Nato, og at Russland sleppur at varðveita landaøkini, sum tað hevur rænt.
Russland hevur eisini gjørt greitt, at tað undir ongum umstøðum fer at góðtaka friðarvarðveitandi herdeildir úr øðrum londum í Ukraina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV