Iran herðir hijab-eftirlit

Iran herðir hijab-eftirlit
Iran herðir nú eftirlitið við, hvussu konufólk ganga ílatin, og serliga verður fylgt væl við teimum, ið ikki gera nóg mikið fyri at fjala hárið.
Ein kvinna í Teheran verður handtikin fyri “óhóskandi klædnabúna”
Mynd: Behrouz Mehri/AFP  
 
16.03.2025 - 18:30

Tað nýggjasta er, at myndugleikarnir í Iran nú eru farnir at brúka dronur og aðra framkomna tøkni, so eitt vakið eyga kann verða hildið við konufólkunum.

Eisini er komin ein nýggj app, Nazer, ið ger tað skjótt og lætt hjá fólki at boða myndugleikunum frá, um onkur er, sum brýtur sokallaðu hijab-lógina í muslimska landinum.

Tað vísir ein ST-frágreiðing, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin.

Serliga í høvuðsstaðnum Teheran verða dronur brúktar saman við tøkni, ið ger tað møguligt at kenna andlit aftur.

ST staðfestir, at iransku myndugleikarnir við hesum hava tikið ógvuslig stig í royndunum at kúga kvinnur og teirra rættindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226