- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um tvígiftu fer ikki í rættin

Málið um tvígiftu, bigami, er endaliga avgreitt.
Statsadvokaturin hevur staðfest avgerðina hjá ákæruvaldinum, um ikki at fara í rættin við málinum.
Hendan avgerðin var kærd til statsadvokatin. Men hann staðfesti avgerðina.
Hann kundi annars biðja ákæruvaldið gera fleiri kanningar í málinum, ella viðgera støðutakanina av nýggjum.
Tók málið aftur
Ákæruvaldið tók málið um tvígiftu, sum í september í fjør var sett á rættarlistan, aftur, tí nýggj skjøl stuðla uppáhaldinum um, at konan ikki var gift, tá hon var gift uppaftur.
Ákæran segði, at ein 39 ára gomul kvinna var sek í tvígiftu.
Hon var ákærd fyri at hava gift seg við einum føroyingi, hóast hon longu var gift í heimlandi sínum í Asia. Hetta skal hava verið í 2012.
Málið útsett
Málið skuldi viðgerast í Føroya rætti í september í fjør, men verjin bað um at fáa tað útsett.
Málið var útsett í tríggjar mánaðir.
Málið er mett av nýggjum, og við nýggju skjølunum kann ákæruvaldið ikki prógva, at kvinnan er sek í tvígiftu, sigur Katrin Thorsvig Hansen, ákæri.