- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsstovnurin hevur fund við FSN og Reiðarafelagið í dag
Semingsstovnurin hevur fund við FSN og Reiðarafelagið í dag
Maskinmeistarafelagið er boðsent at koma mikudagin

Semingsmenninir eru komnir upp í sáttmálatrætuna millum yvirmannafeløgini og Reiðareafelagið fyri farmaskip.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.03.2025 - 08:45
Samráðingarnar millum yvirmannafeløgini og Reiðarafelagið fyri handilsskip halda fram
Í dag hevur Semingstovnurin fund við Skipara- og navigatørfelagið og Reiðarafelagið.
Maskinmeistarafelagið er boðsent at koma mikudagin.
Semingstovnurin hevur longt sáttmálararnar til á midnátt fríggjakvøldið, ella so leingi, samráðingarnar ikki slitna.
Sáttmálin er galdandi fyri handilsskip, frálandavinnuskip, Bakkafrost og Norrønu.
Hann var galdandi til 1. mars, men er longdur tríggjar ferðir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV