- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barsilstíðin hjá fleirburaforeldrum verður longd
Barsilstíðin hjá fleirburaforeldrum verður longd
Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið frá landsstýrinum

Barsilsviðurskiftini hjá tví- og fleiriburaforeldum verða nú bøtt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
17.03.2025 - 13:12
Tvíburaforeldur fegnast, nú løgtingið við triðju og endaligu viðgerð í dag samtykti, at barsilstíðin hjá tví- og fleirburaforeldrum verður longd.
Lógarbroytingin ber í sær, at tví- og fleirburaforeldrur kunnu hava 52 vikur av barsilsfarloyvi samstundis.
Harumframt fer at bera til hjá einsamøllum foreldrum at burturluta barsilsfarloyvi til annan umsorganarpersón treytað av, at tey eru fødd, eftir at lógin er komin í gildi.
Lógin verður sum heild sett í gildi 1. mai í ár, men hevur annars ymiskar gildiskomur og treytir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
17032025_Fleirburar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV