
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Edward Niclasen vil varðveita elsta træbát í Grønlandi

Sørvingurin Edward Niclasen trívist best á keiini.
Hann flutti til Grønlands fyri góðum 40 árum síðani, hevur fingið familju og stórt, vinnuligt virksemi, sum verður rikið út frá hansara bygningum á keiøkinum í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.
At kalla eingi gomul træskip eru eftir í Grønlandi. Og tað er spell, heldur Edward Niclasen, sum farin at umvæla elsta træbátin í landinum, "N.V. Ussing".
Hoyr samrøðan, ið Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Eward Niclasen, og síggj myndir av arbeiðinum at umvæla "N.V. Ussing".
Myndir: Bárður Michaelsen
Nýggjasta ítrivið hjá Edwardi Niclasen er eisini á keiini. Hann keypti eina stóra høll, sum hann hevur sett upp á keiøkinum, og har inni stendur sermerkti báturin, "N.V. Ussing", sum nú skal koma aftur til heiðurs og æru.
Skipsverkfrøðingurin A.V.J. Groth teknaði bátin, sum er bygdur í Rødvig á Stevns í Danmark.
"N.V. Ussing" er systurskip til kenda bátin hjá Knud Rasmussen, "Kivioq".
Báturin eitur eftir dananum Niels Viggo Ussing, sum livdi frá 1864 til 1911. Hann var minerologur og geologur, og gjørdi nógvar kanningar- og rannsóknarferðir í Grønlandi.
Og so kunnu vit leggja afturat, at eyðkenda skipið var í mong ár brúkt sum logo á kendu Zippo-tendrarunum.
Tá seinni heimsbardagi var av, og báturin ikki longur var í tænastu fyri "Der Deutche Kriegsmarine" í Lillebælt, yvirtók danski staturin hann.
Kósin varð sett móti Grønlandi. "N.V. Ussing" fekk eina harða byrjan, longu á fyrsta túri úr Danmark yvir til Grønlands:
Ussing varð brúktur til vísindaligt kanningararbeiði fyri Grønlands Geologiske Undersøgelser, líka til 1983, tá vinnulívsmaðurin Børge Davidsen keypir hann at brúka til at sigla við arbeiðsfólki hjá "Polar Entreprise a/s", fram við grønlendsku strondini.
Tá felagið verður selt í ár 2000, varðveitir Børge Davidsen Ussing. Hann tekur bátin uppá land, ætlanin er at seta hann í stand.
Men Børge Davidsen kemur ikki á mál við hesum arbeiði. Í 2007 er uppá tal at Ussing skal siglast aftur til Danmarkar - til Æbeltoft, har báturin skal gerast í stand og leggjast undir liðina av fregattini Jylland.
Tað blívur tó heldur ikki til nakað - báturin verður standandi uppi á landi í Sisimiut. Og so er tað, at sørvingurin í Nuuk kemur inn í myndina:
Og nú stendur Ussing so í høllini hjá Edwardi Niclasen í Nuuk.
Stóra umvælingararbeiðið er nú farið ígongd.