Í tøkum tíma at kommunur kunnu áseta bústaðarskyldu

Í tøkum tíma at kommunur kunnu áseta bústaðarskyldu
Tað er í tøkum tíma, at kommunur kunnu áseta bústaðarskyldu. Tað sigur Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum
Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.03.2025 - 18:52
Í dag var 1. viðgerð av lógaruppskotið um at áseta bústaðarskyldu.

Lógaruppskotið vil geva kommunum heimild til at áseta bústaðarskyldu, tá  talan er um nýggjar útstykkingar. 

Endamálið við lógaruppskotinum er stóri eftirspurningurin eftir bústøðum, hóast fleiri bústaðir og sethús standa tóm mesta partin av árinum um allar Føroyar.

Tað var í orðaskifti í tingsalinum í dag, at Kristianna Winther Poulsen segði, at tað er í tøkum tíma, at kommunur kunnu áseta bústaðarskyldu.

Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum segði hinvegin, at tað skal kommunan als ikki blanda seg uppí.

Hanna á Reynatúgvu, borgari á Sandi, ein av fleiri bygdum í Føroyum, ið er merkt av, at summi hús standa tóm stóran part av árinum, tekur undir við at bústaðarskylda eigur at ásetast, tá talan er um nýggjar útstykkingar, men ikki tá talan er um eldri hús sum familjur nýta í frítíðini.

 

1732580

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226