Gera klárt til kamping á Mølini

Gera klárt til kamping á Mølini
Hertha og Martin Kúrberg, sum høvdu kampingplássið á Eiði um hendi frá 2015 til 2020, skulu nú aftur fáa lív í Eiði Camping.
Martin og Hertha Kúrberg skulu aftur reka kampingplássið á Eiði, har tey vóru frá 2015 til 2020
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
16.03.2025 - 14:31

Nú verður enn ein roynd gjørd at fáa lív í aftur stóra kampingøkið á Eiði, sum er á gamla fótbóltsvøllinum niðri á Møl.

Tað eru hjúnini Hertha og Martin Kúrberg, ið nú aftur fara at royna seg, eftir at tey høvdu kampingplássið um hendi frá 2015 til 2020, tá ið corona-farsóttin gjørdi um seg.

Síðani hava onnur roynt seg, men um dagarnar varð sáttmáli gjørdur við hjúnini, ið sostatt í kampinghøpi eru aftur har, sum tey byrjaðu.

Pláss fyri 60 vognum
Frammanundan hava Hertha og Martin eisini kampingplássið í Skálavík undir hond, har pláss er fyri 15 vognum, og á Eiði verður ætlandi pláss fyri 60 kampingvognum.

Í gjár høvdu tey arbeiðsdag í Eiði Camping, har tey gjørdu klárt til hetta komandi kampingárið, og tey vóna at kunna lata upp á páskum.

Hertha og Martin Kúrberg hava gjørt sjey ára sáttmála við Eiðis kommunu um leigu av økinum.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Martin Kúrberg:

2025-03-16-Martin-Kurberg

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208