- Tíðindi, mentan og ítróttur
59 deyð á diskoteki
59 deyð á diskoteki
Eldur kom í eitt diskotek í Norðurmakedonia, tá ið pyroteknikkurin á pallinum festi í eldfima loftið, so eldurin kundi breiða seg skjótt.

16.03.2025 - 14:29
59 fólk doyðu og yvir hálvtannaðhundrað fingu løstir, tá ið eldur í nátt kom í ein náttklubba í norðurmakedonska býnum Kocani.
Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Ein konsert var í náttklubbanum, tá pyroteknikkurin frá pallinum, ið varð brúktur til ljóseffektir, rakti upp undir loftið.
Neistar festu í loftið, sum varð gjørt úr eldfimum tilfari, og eldurin kundi tí breiða seg skjótt um alt hølið.
Hetta hendi um trýtíðina í nátt.
Fýra fólk eru skuldsett í málinum og eigarin av náttklubbanum er handtikin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV