- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt poddvarp: Doktor Sophus

Mikukvøldið 31. oktobur 1906 andaðist Sophus Djurhuus, einasti læknin í Norðoyggjum, bert 36 ára gamal. Hann hevði drukkið okkurt eitrandi. Fleiri gitingar hava verið frammi um, hvat hendi, og hví Sophus forgjørdi sær.
Ein søga sigur, at tey sótu illa um sátt í hjúnalagnum, og tá ið doktor Sophus kom troyttur aftur av læknaferð, so var illstøða millum hjúnini. Tá skal hann siga við konuna: ”Nú taki eg tvey gløs, lati vín í annað og eitur í hitt. Skulu vit vera góð aftur, drekki eg vínið, men broytist einki, drekki eg eitrið”.
Hon skuldi svarað: “Tú gert akkurát, sum tú vilt.” So drakk hann eitrið.
Hin søgan er um eitt tríkantsdrama millum doktor Sophus, konuna Idu og eina aðra kvinnu, sum doktor Sophus skuldi fjasast við. Hetta gekk doktor Sophus so nær og endaði so illa, at hann tók seg av døgum.
Hvat var tað, sum hendi, og doyði doktor Sophus fyri egnari hond? Lurta eftir poddvarpsrøðini, har vit kava niður í hesa sera spennandi, hugtakandi og tragisku hending, sum fór fram í Klaksvík á heysti í 1906.
Andras Sólstein hevur kannað heimildir, skjøl og løgreglufrágreiðingar, og hann greiðir frá. Kári Sólstein hevur sett saman.
Lurta eftir nýggju poddvarpsrøðini á KVF Ljóð.