
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar nærum vunnið seg til EM-endaspælið í Danmark, Norra og Svøríki

So er tað so gott sum vist, Føroyar eru við til EM í Danmark, Norra og Svøríki í 2026.
"Tað skal nógv ganga galið, um tað ikki fer at eydnast at sleppa til EM," sigur hondbóltsviðmerkjararnir hjá Kringvarpinum. S.
Tað er greitt eftir, at Føroyar vann seinna EM-undankappingardystin 32 - 31 móti Hollandi í Topsportcentrum Almere í Amsterdam.
Hóast stóra stjørnan hjá Hollandi, spælskiparin úr PSG, Luc Steins, var við, so var Føroyar onkursvegna oman á allan dystin, hóast eitt sindur av mótgongd móti endanum av seinna hálvleiki.
Enn ein gýsari
Tað gjørdist enn ein hondbóltsgýsari millum hondbóltsmenninar hjá Holland og Føroyum, júst sum dysturin við Tjarnir, ið endaði við javnleiki.
Føroysku hondbóltmenninir fingu enn einaferð eina fína byrjan upp á seinna EM-undankappingardystin móti Hollandi.
Serliga verjuspælið hjá Føroyum var munand betri í dag enn við Tjarnir mikukvøldið.
Og sum ikki einaferð, so var tað Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið gekk á odda. Men í mun til dystin við Tjarnir mikukvøldið, so vóru tað fleiri á føroyska liðnum, ið tóku ábyrgd, so ikki alt lá á Eliasi.
Dysturin gjørdist eitt gjøgnum á landsliðnum fyri Allan Norðberg á høgra bakkinum og Ísak Vedelsbøl á strikuni.
Serliga Sävehof-sambandi úr Svøríki, Óli Mittún mitt fyri og Ísak Vedelsbøl á linjuni, riggaði væl, og onkur flott fríspæling, ið gav mál, var at síggja. Og um samspælið ikki gav mál, so fingu Føroyar brotskast.
Gomul spøkilsi byrjaðu at spøkja
Yvirhøvur, so høvdu føroyingar sera væl fatur í dystinum, sum er rættiliga óvanligt á útivølli, har hondbóltsmenninir ofta hava havt tað trupult.
Og móti endanum av hálvleikinum byrjaðu gomlu spøkilsini hjá føroysku hondbóltsmonnunum at vísa seg.
100 prosent málmøguleikar blivu brendir. Teir fingu fleiri útvísingar. Og frá at Føroyar var frammanfyri við tveimum og kundi lagt seg framum við trimum og fýra, so kom Holland fyrst upp á javn og so frammum.
Ein lítil uggi var tað, at sterki hollendski strikuspæl, Samir Benghanem, fekk reytt kort beint fyri hálvleik, og so snýtti Óli Mittún hollendska málverjan við einum lumpiskoti úr langari fjarstøðu.
Oman á í seinna hálvleiki
Føroysku leikararnir komu út sum eitt óløgi frá seinna hálvleiki og fingu skapt sær eina tvey og trý málsleiðslu. Og hesa leiðsluna megnaðu leikararnir at halda til tað síðsta, hóast tað stóð á gomlum nøglum.
Føroyar vóru frammanfyri við einum máli, tá 12 sekund vóru eftir, men hollendingar høvdu bóltin.
Harvið vóru Føroyar tryggjað ein javnleik, men verjan stóð ímóti stóra trýstinum frá hollendingum og vann sostatt dystin 32-31
Pauli Jacobsen, málverji og liðskipari, segði tað, sum tað var:
"Tað kennist eins og vit spæla á heimavølli við stóra stuðlinum frá áskoðarunum."
Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8
Óli Mittún 6
Allan Nordberg 5
Hákun West av Teigum 5
Ísak Vedelsbøl 5
Teis Horn Rasmussen 2
Tróndur Mikkelsen 1