- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyski liðskiparin: "Vit fingu gásarhold av stuðlinum"
Føroyski liðskiparin: "Vit fingu gásarhold av stuðlinum"
Pauli Jacobsen, málverji og liðskipari á føroyska manslandsliðnum í hondbólti, ognaði ein stóran part av sigrinum til stóra stuðulin, ið liðið fekk í Amsterdam
16.03.2025 - 17:05
"Áskoðararnir bera okkum á mál í dag, tí teir geva okkum eitt yvirskot ímunt til hollendingar, hóast vit spæla á útivølli."
Tað staðfesti føroyski málverjin og liðskiparin á manslandsliðnum í hondbólti, Pauli Jacobsen.
Hann rósti eisini avrikinum hjá liðnum.
"Vit halda okkum til tað, ið vit avtalaðu eftir fyrra dystina, at avmarka okkara teknisku feilir, og so spæla vit fantastiska væl sjey móti seks. Og so var brotskastbjargingin hjá Sacha her til síðst forbannað avgerandi."
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV