
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendski landsstýrisformaðurin: Trump er óútrokniligur
Grønlendski landsstýrisformaðurin: Trump er óútrokniligur
Múte B. Egede, grønlendskur landsstýrisformaður, langar nú - áðrenn valið í morgin - út eftir Donald Trump, amerikanska forsetanum

Áhugin fyri grønlendska valinum er risastórur, nú Donald Trump hevur lagt seg út í valið
Mynd: Ritzau / Scanpix
10.03.2025 - 17:50
Í morgin skulu grønlendingar á val. Valið er vorðið søguligt, tí amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ferð eftir ferð lagt seg út í valstríðið við at tvíhalda um, at USA skal hava ræðið á Grønlandi.
Múte B. Egede, grønlendskur landsstýrisformaður, langar nú - áðrenn valið í morgin - út eftir Donald Trump, amerikanska forsetanum.
Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur millum annað, at amerikanski forsetin er óútrokniligur, og at hetta skapar ótryggleika.
Mynd: Ritzau/Scanpix
"Vit eiga at verða viðfarin við virðing," sigur Múte B. Egede.
INNSLAG_Mute_B_Egede
Segði Múte B. Egede, grønlendskur landsstýrisformaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV