Ráðgevi: Trump órógvar grønlendska valið

Ráðgevi: Trump órógvar grønlendska valið
Tað hevur skapt øsing í ríkisfelaggskapinum og órógvað valið, at Trump tosar sum Grønland. Tað heldur Mira Kleist, klimapolitiskur ráðgevi
 
10.03.2025 - 16:51

Útsagnirnar hjá Donaldi Trump órógva grønlendska valið og skapa øsing í ríkisfelaggskapinum.

Tað heldur Mira Kleist, sum hevur arbeitt í grønlendska uttanríkisráðnum, hevur verið ráðgevi hjá danska verjumálaráðnum í Arktis og nú arbeiðir sum klimapolitiskur ráðgevi við sergrein í akktiskum viðurskiftum fyri ráðgevingarfyritøkuna Kaya Partners. 

Mira Kleist heldur at nakar neyðugar samtalur eru komnar burturúr, men tað órógvar eisini valstríðið. 

 

Gerandisevnir fylla mest

Hóast allan útlendska áhugan og útsagnir hjá Donald Trump, snýr valstríðið snýr seg tó enn mest um gerandisevnir - fiskivinnu, samfeðslukervið og útbúgving.

Um Grønland fekk sjálvræði, høvdu tey so gjørt samstarv við USA ella Evropa?

Tað er ringt at siga, heldur Mira Kleist. Mentanarliga hava tey tætt samband við upprafólki í Alaska, men m.a. vælferðarsamfelag og lóggeving er meira evropeiskt.

Sjálvræði fyllir í valstríðnum, men flokkarnir ynskja ikki sjálvræði her og nú 

"Tey flestu eru samd um, at tað ikki skulu henda víðgongdting ting beint nú. Tað skal vera ein stigvís tillaging."

 

INNSLAG_Mira_Kleist

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823