- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendska arbeiðsgevarafelagið: Tørvur á integratiónspolitikki

Eins og í Føroyum, eru nógvir tilflytarar, sum koma til Grønlands at arbeiða, og tað hevur nakrar avbjóðingar við sær.
Jón Brian Hvidtfeldt hevur hitt Krissie Winberg, sum er forkvinna í Grønlands Erhverv, og eigur tvær matstovur í Nuuk.
Hon hevur 50 starvsfólk, og 40 av teimum eru úr Filipsoyggjunum. Tað var tilvildarligt, at so nógv frá Filipsoyggjunum starvast har. Tað byrjaði við tveimum og legðist skjótt aftrat
Vøkstur treytaður av útlendskari arbeiðsmegi
Krissie Winberg er glað fyri tey, tí tey skapa eitt støðufesti, sum ikki er til við ungum grønlendingum, ið bert arbeiða partvís í matstovuni.
Tað hevði borið til hjá teimum at klárað seg uttan filippinarar. Tað gjørdu tey áðrenn, men so høvdu tey ikki kunnað vaksið um fyritøkuna.
Krissie Winberg, forkvinna í Grønlands Erhverv, væntar, at tað fara at koma fleiri til Grønlands úr Filipsoyggjunum ella øðrum asiatiskum londum, tí fyritøkur síggja, at tað er góð arbeiðsmegi. Og um mann vil vaksa um ferðafólkavinnuna, er tað neyðugt.
Tørvur á integratiónspolitikki
Hóast tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi er har, so heldur forkvinnan í Grønlands Erhverv ikki, at tað skal vera ov lætt at útvega sær starvsfólk úr øðrum londum.
Tey skulu kanna nærumhvørvið fyri starvsfólk fyrst og útbúgva fleiri grønlendsk ung.
Krissie Winberg heldur, at tey mugu til at hyggja eftir integratiónspolitikkinum í landinum.