Árni Frederiksberg er aftur á landsliðnum

Árni Frederiksberg er aftur á landsliðnum
Árni Frederiksberg: - Tað brennur í einum og hvørjum spælara, at spæla á landsliðnum. Eg havi altíð vilja verið við og nú riggar tað
Ein fegin Árni Frederiksberg til tíðindafundin í dag
Mynd: Bárður Lydersen  
 
10.03.2025 - 11:48

Nýggi landsliðsvenjarin hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti, Eyðun Klakstein, hevur í dag úttikið 23 mans, sum skulu við til dystirnar móti Kekkia og Montenegro. Tað eru søgur at síggja í úttøkuni. Størsta søgan er, at 32 ára gamli Árni Frederiksberg er við aftur á landsliðnum. Hann hevur ikki verið tøkur til landsliðsfótbólt síðani 2019.

- Tað brennur í einum og hvørjum spælara, at spæla á landsliðnum. Eg havi altíð vilja verið við og nú riggar tað aftur. Eg havi okkurt, sum eg gjarna vil prógva á landsliðnum, sigur Árni Frederiksberg.

Hann tók avgerð um at gevast á landsliðnum, tá arbeiði byrjaði at fylla ov nógv, og møguleikarnir á landsliðnum samstundis blivu færri. Árni Frederiksberg hevur verið millum bestu spælararnar í føroysku landskappingini í fleiri ár, men helst kom heilt stóra gjøgnumbrotið í 2023, tá hann í Evropa skeyt KÍ í Conference League bólkaspælið.

Tá gekk so mikið væl, at Håkan Ericson, táverandi landsliðsvenjari, sendi boð eftir manninum við gylta vinstra beininum, men heldur ikki tá lá fyri. Í samráð við Eyðun Klakstein hevur stjórin á Kjølbro heilsøluni nú meldað seg tøkan til landsliðsfótbólt.

- Eg havi ikki lovað Árna Frederiksberg nakað annað, enn at hann er ikki við til pynt. Hann kemur at hava ein leiklut. Árni kann bæði geva okkum nakað sum spælari á vøllinum, men eisini sum menniskja uttanfyri vøllin, sigur Eyðun Klakstein.

 


Hans Erik Danielsen, miðlaovasti, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Géza er við – Sølvi er uttanfyri

Fyri 23 ára gamla Geza Dávid Turi verður hetta ein serligur dagur. Hann er á fyrsta sinni úttikin til manslandsliðið. Hann er føddur í Ungarn, men hevur búð í Føroyum síðani hann var smádrongur. Í vetur fekk fyrrverandi miðvallarin hjá Víkingi pass, og hann kann nú umboða Føroyar í altjóða fótbólti.

- Vit vilja gjarna slúsa Géza Dávid Turi inn í hópin. Hann hevur verið millum stinnastu spælararnar í føroysku kappingini seinasta ár og hevur eitt talent, sum fáir aðrir hava. Hann er vónandi ein spælari til framtíðina, sigur Eyðun Klakstein.

Géza Dávid Turi skifti í vetur til enska Grimsby Town. Við úttøkuni av honum hevur ikki verið pláss fyri 38 ára gamla Sølva Vatnhamar. Hann hevur verið fastur fúsur síðani 2014. Hvørki Jóan Símun Edmundsson ella Klæmint A. Olsen vóru við í novembur – teir eru heldur ikki við hesaferð.

- Eg haldi ikki tað er rætt, at fara í smálutir um hví onkrir spælarar eru marginalt valdir frá, tí tað kann skjótt byrja at ljóða negativt. Eg kann gleðast um, at vit hava fleiri góðar spælarar, sum bjóða seg fram. Tað merkir so, at onkrir ikki koma við. Teir hava allir tænt landsliðnum væl, sigur Eyðun Klakstein og leggur afturat:

- Tað er sama søga galdandi fyri allar tríggjar. Teir eru ikki úttiknir hesaferð, men tað er tað. Tað liggur ikki meira í tí, sigur landsliðsvenjarin um Sølva, Jóan Símun og Klæmint.

Leygardagin 22. mars spæla Kekkia og Føroyar í Kralove í Kekkia, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 25. mars tekur Montenegro ímóti á Niksic City Stadion.

 

Hópurin

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur

Verjuspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Samuel Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)

Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Geza Dávid Turi, Grimsby Town (England)
Poul Kallsberg, Víkingur
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík

Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823