
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljutangaskip og bingjuskip stoytt saman í Norðsjónum

Beint áðrenn klokkan 10 fekk bretska sjóverjan boð um, at amerikanska oljutangaskipið Stena Immaculate og portugisiska bingjuskipið Solong høvdu rent saman í Norðsjónum, út fyri Grimsby.
Eldur kom í, og nógvur roykur sæst framvegis á staðnum, har skipini rendu saman. Higartil eru meir enn 30 sjófólk fingin í land, men enn er einki sagt um nakar hevur fingið skaða.
BBC hevur upptøkur av staðnum.
Enn er ikki so nógv komið út um, júst hvat hendi, men út frá MarineTraffic.com lá tangaskipið fyri akker út fyri Hull, tá samanstoyturin hendi. Solong var á veg úr Grangemouth í Skotlandi til Rotterdam í Hollandi og hevur at síggja til siglt á Stena Immaculate.
Mynd: Sky News
Nógvur svartur roykur kemur frá tangaskipinum, men enn er ov tíðliga at siga, um nakar vandi er fyri dálking.
Sambært BBC, so var tað brennievni til flogfør, sum var í oljutangaskipinum.