- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gott at fáa møguleikan fyri tænastugjøldum

Stendur tað til samgonguna, so fáa kommunurnar frá ársskiftinum loyvi til at taka tænastugjøld frá fólki, sum eiga hús, sum standa tóm.
Samgongan hevur gjørt eitt lógaruppskot, sum er klárt at fara í løgtingið, sum gevur kommununum loyvi til at senda partar av rokningini fyri vatnveiting, kloakkir, renovatión og brunatilbúgving, víðari til tey, sum eiga húsini, men sum ikki búgva í teimum.
Eyðun Christiansen er stjóri í Kommunufelagnum, og hann heldur tað vera kærkomið hjá smáu kommununum, at tær nú kunnu senda rokningar til tey, sum eiga húsini, tí so fáa kommunurnar ein part av pengunum innaftur. Hetta er í tráð við ynskini frá kommununum, sum í fleiri ár hava eftirspurt møguleikanum at leggja gjøld á tóm hús.
Hetta er eitt val, sum kommunurnar fáa, men tær kunnu eisini velja at lata vera við at senda rokningina.
Eyðstein Zachariasen er borgarstjóri í Sunda kommunu, og hóast hann sær tað sum eitt framstig, so er hann ikki heilt nøgdur við útrokningarleistin, sum stendur í lógaruppskotinum.
Eftir hansara tykki áttu fleiri útreiðslur at verið tiknar við, tá lógin varð gjørd, tí har eru nógvir aðrir kostnaðir knýttir at tómum húsum runt umkring í landinum, heldur borgarstjórin í Sunda kommunu. Eitt nú fevnir gjaldið ikki um gøtuljós, vegir, kavarudding og skaðadjóratýning.
Seinasta yvirlitið hjá myndugleikunum um tóm býli er frá 2022, og verður tað brúkt sum útrokningargrundarlag fyri Sunda kommunu, har tað tá vóru 197 tómir bústaðir, so hevði tað givið kommununi eina eyka inntøku uppá 1,6 milliónir krónur.
Samanlagt høvdu kommunurnar fingið 20,8 milliónir krónur inn fyri íalt 2.574 tóm hús kring landið. Tá er roknað við einum mánaðargjaldi uppá 673 krónur. Tað er gjaldið, sum í lógaruppskotinum er sett til at vera galdandi fyri 2025.
Sambært yvirlitinum, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt, hevði Tórshavnar kommuna fingið mest burturúr, nevniliga 3,8 milliónir krónur fyri 477 tóm hús. Kunoyar kommuna hevði fingið 97.000 krónur fyri 12 tóm hús.
Lurtað eftir øllum innslagnum, sum varð sent í tíðindasendingini á nátturða í kvøld.