Loysn fyri Hamragarð í eygsjón - kommunurnar vilja eisini gjalda

Loysn fyri Hamragarð í eygsjón - kommunurnar vilja eisini gjalda
Kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt hava ikki viljað goldið, tí tær meta, at ábyrgdin liggur aðrastaðni. Men nú er líkt til, at ein loysn er funnin
Hamragarður var tikin í nýtslu fyri 13 árum síðani, men trupulleikar hava verið við bygninginum heilt frá byrjan.
 
25.02.2025 - 13:25

Ein loysn er nú í eygsjón fyri Hamragarð í Vági.

Leingi hevur togtogan verið um, hvør eigur ábyrgdina av at gera og rinda fyri umvælingarnar. Kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt hava ikki viljað goldið, tí tær meta, at ábyrgdin liggur aðrastaðni. Men nú er líkt til, at ein loysn er funnin. 

 

Bjarni Johansen er borgarstjóri í Vágs kommunu.

 

Hamragarður var tikin í nýtslu fyri 13 árum síðani, men trupulleikar hava verið við bygninginum heilt frá byrjan.

Bygningurin er í so ringum standi, at starvsfólk stúra fyri at fara til arbeiðis, tá illveður er.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

25022025_Hamragardur_og_Bjarni

 

Sí eisini innslag í Degi og Viku: >>>Ellisheim í Vági er ongantíð avhendað<<<

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163