- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðir fáa longu avlop í ár

Ein framskriving hjá Bústøðum, hon er fyri árini 2024 til 2034, sigur, at Bústaðir longu í ár fáa seks milliónir í avlopi. Og avlopið verður 10,7 milliónir í 2034.
Tað hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita.
Bústaðir táttaðu í fíggjarliga í fjør.
Bústaðir siga, at fýra milliónir eru spardar í lønarútreiðslum og tvær milliónir í umsiting.
Væntaðu yvirskot í 2028
Bústaðir væntaðu annars at fáa yvirskot í 2028 sambært rakstrarætlanini við framskrivingum árini 2023 til 2033, sum grannskoðaravirkið Januar gjørdi.
Og í 2033 verður avlopið komið upp í 4,25 mió. kr. sambært teirri ætlanini.
Tá árið 2024 endaði, høvdu Bústaðir 555 leigumál í sjey oyggjum og 18 býum og bygdum. 87 koma aftrat í ár.
2.000 fólk eru virkin á bíðilista.